Betri

Fyrsta kappingin í Bylgjuni
19. november 2014
Komandi vikuskifti, 22.-23. november, verður kapping á fyrsta sinni í Bylgjuni. Talan er um liðkapping í amboðsfimleiki fyri allar aldursbólkar.

Leygardagin kl. 11 kappast B-lið hjá pinkum og piltum. Kl. 15.30 kappast eldru bólkarnir; gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.
Sunnudagin kl. 14 kappast yngru bólkarnir; pinkur, smágentur, piltar og smádreingir.

Feløgini, sum fara at luttaka, eru Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk.

Eftir at karmarnir fyri fimleikin hjá okkum í Støkk nú eru vorðnir so góðir við frálíku Bylgjuni, verður spennandi at síggja, hvussu fyrsta kappingin í hesum fimleikaárinum fer at eydnast. - Vit gleða okkum til fyrstu kapping í Bylgjuni!