Betri

Fyrsta kappingin í Bylgjuni
19. november 2014
Komandi vikuskifti, 22.-23. november, verđur kapping á fyrsta sinni í Bylgjuni. Talan er um liđkapping í ambođsfimleiki fyri allar aldursbólkar.

Leygardagin kl. 11 kappast B-liđ hjá pinkum og piltum. Kl. 15.30 kappast eldru bólkarnir; gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.
Sunnudagin kl. 14 kappast yngru bólkarnir; pinkur, smágentur, piltar og smádreingir.

Felřgini, sum fara at luttaka, eru Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagiđ Ljósiđ, Klaksvíkar Fimleikafelag og Střkk.

Eftir at karmarnir fyri fimleikin hjá okkum í Střkk nú eru vorđnir so góđir viđ frálíku Bylgjuni, verđur spennandi at síggja, hvussu fyrsta kappingin í hesum fimleikaárinum fer at eydnast. - Vit gleđa okkum til fyrstu kapping í Bylgjuni!