Betri

Væleydnað FM-liðkapping í amboðsfimleiki
24. november 2014
Í vikuskiftinum var FM-liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni.
Spenningurin hevur verið stórur fram til hesa kapping, ikki minst tí at okkara nýggja høll skuldi á fyrsta sinni roynast sum ein kappingarhøll. Ikki kann sigast annað enn, at Bylgjan stóð royndina avbera væl.

Feløgini, ið luttóku í kappingunum vóru Støkk, HF, Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Fyrrapartin leygardagin var B-kapping fyri pinkur og piltar. Í hesi kapping megnaðu pinkurnar hjá Støkk at vinna kappingina, og sostatt at vera fyrsta liðið, sum vann eina kapping í nýggju Bylgjuni.
Seinnapartin leygardagin kappaðust gentur, dreingir, kvinnuunglingar, mansunglingar, kvinnur og menn.
Fyri fyrstu ferð í nógv ár, hevði Støkk eitt lið við hjá monnum; teir gjørdust nr. 2 og HF gjørdist vinnari av kappingini.
Hjá kvinnum kappaðust HF og Støkk, og var tað HF, sum gjørdist vinnari. Hjá gentunum gjørdist HF somuleiðis vinnari. Støkk hevði einki lið í dreingja- og mansunglingakappingini, einans lið frá HF luttóku í hesum kappingunum.
Í kappingini hjá kvinnuunglingum var somuleiðis eitt lið tilmeldað frá Klaksvíkar Fimleikafelag.

Sunnudagin kappaðust yngru bólkarnir, og var tað serliga hesin dagurin, sum gjørdist góður hjá okkum í Støkk.
Í kappingini hjá piltunum gjørdist Støkk vinnari, HF nr. 2 og Klaksvíkar Fimleikafelag nr. 3. Hjá smádreingjunum varð kappingin sera tøtt millum HF og Støkk; endin var, at HF vann við einum muni á 0,35 stig framman fyri Støkk. Ljósið var nr. 3.
Í kappingini hjá pinkum gjørdist HF vinnari og Støkk nr. 2. Hjá smágentum varð HF somuleiðis vinnari.

Vit fara at ynskja øllum vinnarunum hjartaliga til lukku.


Sí øll úrslitini frá kappingini niðanfyri við at velja aldursbólk!


B-kapping Pinkur


B-kapping Piltar


Pinkur


Piltar


Smágentur


Smádreingir


Gentur


Dreingir


Kvinnuunglingar


Mansunglingar


Kvinnur


Menn