Betri

Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul
25. november 2014
Seinastu árini hevur Norðoya Sparikassi verið høvuðsstuðul hjá Støkk, og nú er stuðulsavtalan enn einaferð longd við einum ári.

Vit í Støkk fegnast um avtaluna, sum avgjørt er ein liður í, at virksemið í felagnum kann økjast enn meira.
Í Norðoya Sparikassa eru tey somuleiðis fegin um at stuðla felagi við so nógvum virksemi, sum fevnir um alla Eysturoynna.

Á myndini oman fyri eru Mary-Jana á Reynatrøð frá Norðoya Sparikassa og Sigmar Davidsen, formaður í Støkk.