Betri

Unglingarnir havt vitjan av Sirju frá Finnlandi
30. november 2014
Hetta vikuskiftið hevur útlendskur koreografur vitjað Støkk.

Sirja Lepistø, ið kemur frá Finnlandi, hevur seinastu tríggjar dagarnar verið í Føroyum og gjørt seriu til unglingaliðið í estetiskum fimleiki.

Sum ein liður í, at HM fyri unglingar og kvinnur verður í Føroyum komandi summar, varð fyrr í ár avgjørt at fáa útlendskan koreograf at gera seriuna til unglingaliðið hjá Støkk. Av tí at finnar eru sera frammaliga í estetiskum fimleiki, valdi felagið at fáa finskan koreograf at koma heim.

Hesar tríggjar dagarnar hevur verið vant dúgliga, og genturnar hava nú lært alla seriuna, sum tær skulu framføra hetta kappingarárið. Genturnar hava lært fleiri nýggjar rørslur og fyri venjararnar hevur tað verið áhugavert at sæð, hvussu Sirja arbeiðir og harvið fáa nýggjan íblástur.

Á myndini omanfyri síggjast genturnar á unglingaliðnum saman við Sirju!