Betri

1. steypakapping útsett til sunnudagin
30. januar 2015
Vegna vánaliga veðurforsøgn hevur Fimleikasambandið avgjørt at útseta 1. steypakapping í estetiskum fimleiki til sunnudagin 1. februar.

Tíðirnar fyri báðar kappingarnar eru broyttar; kappingin fyri tey yngru liðini (pinkur og smágentur) byrjar kl. 13.00, og kappingin fyri eldru liðini (gentur, unglingar og kvinnur) byrjar kl. 15.30.

Kappingin verður í ítróttahøllini á Kambsdali.

Royndartíðirnar á teppinum hjá Støkk eru tær somu, frá 9.05-9.40, tískil møta allir fimleikarar í ítróttahøllini á Kambsdali kl. 8 sunnumorgunin til upphiting.