Betri

28 heiðursmerkir á fimleikaoyggjaleikunum
9. juli 2011
Í dag var síðsti dagur á fimleikaoyggjaleikunum á Jersey, og aftur í dag vóru fleiri heiðursmerkir vunnin.

Kappast var í fríu seriunum, og tilsamans fingu Føroyar 13 heiðursmerkir; 5 gull, 4 silvur og 4 bronsu.
Hjá monnum var tað serliga Øssur D. Eiriksfoss, sum stóð seg væl og vann ikki færri enn 4 gull heiðursmerkir. Samanlagt gjørdist hann nr. 2.
Hjá kvinnunum gjørdist Kristina Toftegaard samanlagt nr. 4.

Tíverri fyri okkara Anitu S. Davidsen koygdi hon annan fótin undir upphiting, og kundi tískil ikki vera við í dag.

Við 15 heiðursmerkjum hósdagin og 13 í dag, hava Føroyar tilsamans vunnið 28 heiðursmerkir. Hetta má sigast at vera sera flott av føroysku fimleikarunum.

NIðanfyri síggjast úrslitini í dag:


Kvinnur

Gull

Silvur

Bronsa

Biti

 

Kristina Toftegaard

 

Gólv

 

 

Eydna Danielsen




Menn

Gull

Silvur

Bronsa

Gólv

Øssur D. Eiriksfoss

Fróði Mortensen

Rósing Dam

Ringar

Øssur D. Eiriksfoss

 

Olivur D. Eiriksfoss

Lop

Øssur D. Eiriksfoss

Jóni B. Christiansen

Rósing Dam

Barr

Rósing Dam

 

 

Rekk

Øssur D. Eiriksfoss

 

 

Allround

 

Øssur D. Eiriksfoss