Betri

Góð úrslit í steypakappingini
13. februar 2015
Steypakapping í amboðsfimleinki var í Fimi í gjár. Frá Støkk luttóku fimleikarar hjá kvinnuunglingum, kvinnum og monnum.
Hjá monnum luttók Ari Langgaard í lopi um hest, hann gjørdist nr. 2 í hesi kappingini.
Hjá kvinnuunglingum og kvinnum varð kappast í bita og gólv. Hjá kvinnuunglingum luttóku Marta Nielsen og Bjørt Davidsen. Marta megnaði at vinna gullheiðursmerki á bitanum og Bjørt gjørdist nr. 3. Á gólvinum gjørdist Marta nr. 2.
Hjá kvinnum luttóku Anita S. Davidsen og Linda Maria Hansen. Anita gjørdist nr. 3 bæði í bita og gólvi.
Hjartaliga til lukku, øll somul!

Á myndini oman fyri síggjast fimleikararnir saman við venjaranum Valery Savins.
Niðan fyri eru nakrar myndir, sum Óli Garðshorn hevur tikið fyri Fimleikasambandið.