Betri

Smádreingirnir 2 gull og 2 silvur
3. mars 2015
Í vikuskiftinum var steypakapping í amboðsfimleiki fyri yngru bólkarnar.

Á kvinnusíðuni varð kappast í bita og gólvi, og á mannfólkasíðuni varð kappast í lopi, ringum og beinsveiggi.
Í kappingini hjá smádreingjunum megnaðu vit at vinna tilsamans fýra heiðursmerkir; Jóhan Steingrund gjørdist vinnari í lopi og ringum, og Magnus Hansen megnaði at gerast nr. 2 í lopi og beinsveiggi. Til lukku við flottu úrslitunum!

Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast við at klikkja á leinkini niðanfyri




Nakrar myndir, sum Óli Garðshorn hevur tikið fyri Fimleikasambandið, eru at síggja niðanfyri