Jóhanna og Kaj Aage Troest vóru við til at stovna felagið í november 1966, og hava sostatt lagt lunnar undir tað stóra virksemið, sum er í felagnum í dag.
Tey bæði hava verið virkin í felagnum í mong ár og trúføst møtt upp til allar framsýningar hjá felagnum gjøgnum árini. Jóhanna hevur verið virkin í felagnum øll hesi árini síðan 1966. Hendan fimleikaveturin hevur hon, saman við Jóhonnu Petersen, vant kvinnur 50+.
Hjartaliga til lukku, tit bæði! Avgjørt ein uppiborin heiður!