Leygardagin varð kappast í øllum amboðum tilsamans, og sunnudagin var kappast í hvørjum amboði sær. 6 teir bestu fimleikararnir í hvørjum amboði leygardagin sluppu víðari til kappingina sunnudagin.
Leygardagin vórðu úrslitini hesi:
Pinkur
nr. 1 Gunnvá Mørkere HF
nr. 2 Eydna Drós Joensen HF
nr. 3 Alda Petersen Støkk
Piltar
nr. 1 Knút Valdemar Knudsen HF
nr. 2 Bjarki Johannesen Ljósið
nr. 3 Julian Knudsen HF
Sunnudagin eydnaðist at vinna 5 heiðursmerkir hjá pinkunum: Eydna Dalheim vann gullheiðursmerki í barr, Alda Petersen og Eydna Dalheim vunnu báðar silvurheiðusmerki á gólvinum, og Helga Mikkelsen vann bronsuheiðursmerki í barr og bita.
Hjá piltunum komu eisini fleiri heiðursmerkir í hús: Ragnar Steinhólm vann bronsuheiðursmerki í ringum. Í lopi vann Teitur Knudsen gullheiðursmerki, Hanus Højgaard silvur og Ragnar Steinhólm bronsu. Í p-barr vann Bjarki í Jákupsstovu gullheiðursmerki, og á gólvinum vann Ragnar Steinhólm bronsuheiðursmerki. Í beinsveiggi vann Teitur Knudsen silvurheiðursmerki og bæði Ragnar Steinhólm og Jóhan Joensen vunnu bronsuheiðursmerkir.
Samanumtikið ein væleydnað kapping fyri fimleikararnar.
Niðanfyri síggjast myndir og úrslit.






