Betri

3 silvur og 1 bronsu
20. apríl 2015
Um vikuskiftið var 2. steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Í heiðursmerkjum bleiv tað til 3 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki. Pinkur Viólin gjørdust nr. 3, smágentur Flykran megnaðu at hála seg upp á eitt 2. pláss frá einum 3. plássi til 1. steypakapping, gentur Vípan gjørdust nr. 2 og unglingar Svalan gjørdust somuleiðis nr. 2.

Nú verður vant dúgliga fram til FM, sum verður 30.-31. mai í Tórshavn. Unglingar Svalan skulu harumframt luttaka í HM í estetiskum fimleiki, sum verður í Tórshavn 5.-7. juni.

Sí øll úrslit og myndir niðanfyri