Betri

Tey yngru í amboðsfimleiki stóðu seg væl í FM
27. apríl 2015

FM í amboðsfimleiki fyri yngru bólkarnar var í Fimi um vikuskiftið.


Leygardagin kappaðust pinkur, piltar, smágentur og smádreingir um at gerast føroyameistari í øllum amboðum tilsamans. Hendan dagin megnaði Rósa Napoleonsdóttir Jacobsen at gerast nr. 2 í kappingini hjá pinkum.


Sunnudagin varð kappast um at gerast føroyameistari í hvørjum amboði sær. 6 tey bestu í hvørjum amboði frá leygardegnum komu víðari til kappingina sunnudagin.

Hendan dagin komu fleiri heiðursmerkir í hús. Hjá piltum gjørdist Marjus Nón nr. 3 í paralellari barr, hjá pinkum gjørdist Rósa N. Jacobsen nr. 2 í gólvi, bita og forskotnari barr, og Anna Katrina Mikkelsen gjørdist nr. 3 í lopi. Hjá smádreingjum vórðu fleiri heiðursmerkir vunnin: á gólvi gjørdist Jákup Oluf Langgaard nr. 2 og Martin Óli Arge nr. 3, í lopi gjørdist Áron Høj føroyameistari, Fríði Langgaard nr. 2 og Jákup Oluf Langgaard nr. 3, í paralellari barr gjørdist Áron Høj nr. 2, í ringum gjørdist Magnus Hansen føroyameistari og Áron Høj nr. 3, somuleiðis gjørdist Magnus Hansen føroyameistari í beinsveiggi, og í reck gjørdist Magnus Hansen nr. 2 og Áron Høj nr. 3.


Sí myndir og úrslit niðanfyri