Betri

Góð úrslit hjá teimum eldru í amboðsfimleiki
11. mai 2015
FM í amboðsfimleiki fyri eldru bólkarnar var um vikuskiftið.

Støkk hevði luttakarar í gentum, kvinnuunglingum, kvinnum og monnum.

Fyrra dagin var tað føroyameistarin í øllum amboðum tilsamans, sum skuldi finnast. Her megnaðu ávikavist Marta Nielsen og Bjørt Davidsen at gerast nr. 2 og 3 hjá kvinnuunglingum. Elsbet Dalbø frá HF gjørdist føroyameistari. Hjá monnum megnaðu ávikavist Jákup S. Davidsen og Ari Langgaard somuleiðis at gerast nr. 2 og 3. Bogi Berg frá HF gjørdist føroyameistari.

Næsta dagin var einstaklingakapping í hvørjum amboði sær. Hendan dagin vórðu eisini fleiri heiðursmerkir vunnin.
Á gólvinum gjørdust Marta Nielsen og Bjørt Davidsen nr. 2 og 3. Á bitanum gjørdist Marta Nielsen nr. 2, í forskotnari barr gjørdust Marta Nielsen og Bjørt Davidsen somuleiðis nr. 2 og 3 og í lopi gjørdust báðar nr. 2. Elsbet Dalbø frá HF gjørdist vinnari í øllum amboðum. Hjá kvinnum megnaði Anita S. Davidsen at gerast nr. 2 í forskotnari barr og á gólvi megnaði Linda Maria Hansen at gerast nr. 3.

Sí øll úrslit niðanfyri, við at klikkja á leinkini