Betri

Fyrireikingarnar til HM í hásæti
12. mai 2015
Fyrireikingarnar til HM 2015 í estetiskum fimleiki eru nú í hásæti.

Í døgunum 6.-7. juni verða Føroyar vertir fyri HM í estetiskum fimleiki fyri bæði kvinnuunglingar og kvinnur. Hetta verður ivaleyst størsta ítróttaliga tiltak, sum higartil hevur verið í Føroyum og eru fimleikarar, venjarar, samskiparar og fimleikaáhugað frá øllum teimum føroyskum feløgunum sera spent uppá kappingina.
Hesar dagar koma uml. 500 estetiskir fimleikarar úr 13 ymiskum londum til Føroyar at kappast um at gerast heimsmeistarar í estetiskum fimleiki.

Tað var í 2012, at IFAGG (International Federation of Aesthetic Group Gymnastics) avgjørdi, at Føroyar skuldu verða vertir fyri HM í 2015. Líka síðani tá hava fyrireikingarnar verið í gongd, og nú er tað so tær síðstu fyrireikingarnar, sum skulu fáast upp á pláss.

HM verður fyri bæði kvinnuunglingar og kvinnur, og øll tey føroysku liðini í hesum báðum aldursbólkunum fara at luttaka í kappingini. Tilsamans verða Føroyar umboðaðar við 4 kvinnuunglingaliðum og 2 kvinnuliðum.

Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn. Lýst verður her á síðuni, tá atgongumerkjasølan byrjar.

Myndin omanfyri er av kvinnuunglingaliðnum Svalan hjá Støkk, sum fer at luttaka í HM.