Betri

NM í amboðsfimleiki fyri juniorar hetta vikuskiftið
22. mai 2015
NM í amboðsfimleiki fyri juniorar er í Helsinki hetta vikuskiftið. Fýra føroyskir fimleikarar eru úttiknir til kappingina: Kristian Knudsen, Hjálmar A. Dalsgarð og Elsbet Dalbø frá HF og Marta Nielsen frá Støkk.

Kappingin hjá dreingjunum byrjar fríggjadagin kl. 12.00 og kappingin hjá gentunum byrjar leygardagin kl. 07.30. (Báðar tíðirnar er føroysk tíð)

Venjarar hjá ávikavist gentunum og dreingjunum eru Valerijs Savins og Alida Savina.

Í kappingini eru harumframt tveir føroyskir dómarar; Pól Esper H. Hansen og Anna Margit Thomsen. Við frá FFS er Harald Joensen.