Betri

FM í estetiskum fimleiki komandi vikuskifti
26. mai 2015
Komandi vikuskifti verður FM í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

23 lið hava tilmeldað luttøku; Flog 1 lið, Ljósið 6 lið, HF 9 lið og Støkk 7 lið.

Leygardagin kl. 12.00 byrjar kappingin hjá pinkum og smágentum, og uml. kl. 14.15 heldur kappingin fram við gentum, unglingum og kvinnum. 4 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki hendan dagin sleppa víðari til finaluna, sum verður sunnudagin kl. 14.00. Stigatølini frá báðum døgunum verða løgd saman, og tað liðið, sum hevur hægsta samanlagda stigatal, gerst føroyameistari.
KVF kemur at senda beinleiðis frá kappingini í sjónvarpinum sunnudagin.

Av tí at høllin á Hálsi eisini verður karmur um HM vikuskiftið beint aftaná, 6.-7. juni, verða umstøðurnar til FM og HM tær somu. FM verður sostatt ein royndarsýning til HM.