Betri

1 FM-heiti, 1 silvur og 2 bronsu
1. juni 2015
Hetta vikuskiftið hevur FM í estetiskum fimleiki verið í høllini á Hálsi í Havn.

Hjá Støkk megnaðu Pinkur Viólin og Smágentur Flykran at gerast bronsuvinnarar, Gentur Vípan gjørdust silvurvinnarar og Kvinnuunglingar Svalan megnaðu at gerast føroyameistarar 2015.

Næsta vikuskifti er aftur fimleikur á skránni, tá HM í estetiskum fimleiki verður í Føroyum. 6 føroysk lið í kvinnuunglingum og kvinnum fara at luttaka í HM, har ímillum Svalan frá Støkk. Hetta verður óivað eitt sera spennandi vikuskifti og somuleiðis eitt stórt upplivilsi fyri fimleikararnar.

Sí úrslit frá FM-undankappingini og FM-finaluni niðanfyri. Nakrar myndir eru eisini.

Inni á Facebook-vangamyndini hjá felagnum ber til at síggja upptøkur av øllum liðunum bæði til undankappingina og finaluna. 


Pinkur Viólin bronsuvinnarar 2015 


Smágentur Flykran bronsuvinnarar 2015


Gentur Vípan silvurvinnnarar 2015


Kvinnuunglingar Svalan føroyameistarar 2015