Betri

Fimleikagalla 2015
22. juni 2015
Fimleikaárið endaði við einum braki seinasta leygarkvøld, tá Fimleikagalla 2015 var í Badmintonhøllini.

Eins og seinasta ár vóru ársins-heiðurslønir latnar. Tríggjar heiðurslønir endaðu hjá Støkk; Pól Esper H. Hansen gjørdist ársins venjari í amboðsfimleiki hjá monnum, Hansa Tróndargjógv og Eyð Leitisstein gjørdust ársins venjarar í estetiskum fimleiki og Elna Johannessen gjørdist ársins dómari í estetiskum fimleiki.
Á myndini omanfyri vantar Hansa Tróndargjógv.

Sí annars myndir frá veitsluni á portal.fo: http://portal.fo/myndir+fimleikagalla+2015.html