Betri

Laksa- og Sølutorg í Runavík
22. juli 2011
Í morgin verður Laksa- og Sølutorg í Runavík frá kl. 10.00-16.00.

Sum vant er nógv á skránni. Millum annað verða tónleikaframførslur, ókeypis smakkiroyndir av laksi, ein mini djóragarður við ymsum djórum og rossum, skipalistakviss, brotssparkskapping og sjálvandi eisini barnatiltøk við sangi, klovnum v.m.

Støkk luttekur á torginum við tombola og nýbakaðum vaflum.

Nærri skrá yvir dagin kann síggjast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, www.runavik.fo.