Betri

Venjing í heystfrítíðini
11. oktober 2015
Orsakað av Faroe Expo er eingin venjing í Bylgjuni 19.-25. oktober. Tískil koyrir venjingin sum vanligt í heystfrítíðini ístaðin, um venjarin ikki hevur givið onnur boð. Møtiskylda er ikki í heystfrítíðini, og hendan venjing kemur ikki at ávirka ídnisprógvini hjá fimleikarunum.