Betri

Svalan og Vípan fingið seriu úr Finnlandi
9. november 2015
Í seinastu viku var finski koreografurin, Sirja Lepistø, og vitjaði Støkk.
Hesar dagar hevur hon gjørt seriu bæði til Kvinnuunglingar og Svalan og Gentur Vípan.
Sirja er ikki fremmand fyri okkum í Støkk - hon var nevniliga eisini seinasta fimleikaár og gjørdi seriu til Kvinnuunglingar Svalan.
Av tí at genturnar skuldu koma ígjøgnum eina heila seriu uppá fáar dagar, var nógv venjing á skránni allar dagarnar. Tað gekk tíbetur væl, og nú er "bert" eftir hjá venjarunum at fínpussa allar rørslurnar væl.
Tað verður spennandi at fylgja við til kappingarnar, ið liggja fyri framman - 1. steypakapping verður longu 16. januar 2016.