Betri

1. steypakapping í estetiskum fimleiki
11. januar 2016
Komandi leygardag, 16. januar, verður 1. steypakapping í estetiskum fimleiki. Hesa ferð verður kappingin í skúlanum á Argjahamri.

Kappingin verður skipað í tveimum; kl. 14.00 kappast pinkur og smágentur, og kl. 16.30 byrjar kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum.

Støkk hevur 6 lið við til kappingina; 2 pinkulið, 1 smágentulið, 2 gentulið og 1 unglingalið.

Spenningurin er altíð stórur til ársins fyrstu kapping, og fimleikararnir gleða seg nógv til at luttaka.