Betri

Steypakappingar í amboðsfimleiki
4. februar 2016
Steypakappingarnar í amboðsfimleiki verða skipaðar í tveimum. Vikuskiftið 6.-7. feb. verður fyrra kappingin í Fimi, har amboðini eru lop og barr á kvinnusíðuni, og gólv, barr og rekk á mannfólkasíðuni. 
Vikuskiftið 27.-28. feb. verður seinna kappingin í Bylgjuni, og tá verða amboðini gólv og biti á kvinnusíðuni, og ringar, lop og beinsveiggj á mannfólkasíðuni.
Bæði vikuskiftini kappast yngru bólkarnir leygardag og eldru bólkarnir sunnudag.

Sum nakað nýtt verður einki mark fyri, hvussu nógvir íðkarar kunnu vera við frá hvørjum felag - Støkk hevur sostatt 31 íðkarar við.