Vikuskiftið 27.-28. feb. verður seinna kappingin í Bylgjuni, og tá verða amboðini gólv og biti á kvinnusíðuni, og ringar, lop og beinsveiggj á mannfólkasíðuni.
Bæði vikuskiftini kappast yngru bólkarnir leygardag og eldru bólkarnir sunnudag.
Sum nakað nýtt verður einki mark fyri, hvussu nógvir íðkarar kunnu vera við frá hvørjum felag - Støkk hevur sostatt 31 íðkarar við.