Betri

Úrslit frá steypakapping í amboðsfimleiki
8. februar 2016
Fyrra steypakappingin í amboðsfimleiki hevur verið í vikuskiftinum. Á kvinnusíðuni varð kappast í lopi og forskotnari barr, og á mannfólkasíðuni í gólvi, paralellari barr og rekk.
Fleiri heiðursmerkir vórðu vunnin; Hjá pinkum (level 1 og 2) megnaði Alda Petersen at vinna gull í forskotnari barr og silvur í lopi, hjá pinkum (level 3 og 4) megnaði Sara Høj at vinna silvur í forskotnari barr og bronsu í lopi. Hjá piltum megnaði Bjarki í Jákupsstovu at vinna silvur í rekk og hjá smádreingjum megnaði Martin Óli L. Arge at vinna bronsu í gólvi.
Hjá gentum megnaði Mary F. Petersen at vinna bronsu í lopi og hjá kvinnum megnaði Anita S. Davidsen at vinna gull í forskotnari barr og silvur í lopi.

2. steypakapping verður 27.-28. feb í Bylgjuni.

Sì úrslitini frá kappingini niðanfyri