Betri

2. steypakapping í amboðsfimleiki
26. februar 2016
2. steypakapping í amboðsfimleiki verður í Bylgjuni hetta vikuskiftið.
Leygardagin kl. 11.00 kappast pinkur og piltar (level 1 og 2 og level 3 og 4), og kl. 15.00 kappast smágentur og smádreingir.
Sunnudagin kl. 13.00 kappast kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn, og kl. 16.00 kappast gentur.
Á kvinnusíðuni verður kappast í gólvi og bita, og á mannfólkasíðuni í lopi, ringum og beinsveiggi.