Betri

Fleiri heiðursmerkir í amboðsfimleiki
29. februar 2016
2. steypakapping í amboðsfimleiki hevur verið í vikuskiftinum. Fleiri heiðursmerkir vórðu vunnin bæði hjá teimum yngru og eldru amboðsfimleikarunum.
Hjá pinkum (level 1 og 2) megnaði Eydna O. Dalheim at vinna silvur á bitanum, og í gólvi megnaði Alda Petersen at vinna silvur og Elvira Jansdóttir Jacobsen bronsu. Hjá pinkum (level 3 og 4) megnaði Sara Høj at gerast steypavinnari á bitanum og megnaði at vinna bronsu í gólvi.
Hjá piltum gjørdist Teitur Knudsen steypavinnari í lopi, Hanus Højgaard vann silvur og Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu. Í beinsveiggi vann Teitur Knudsen bronsu.
Hjá smádreingjum megnaði Fríði Langgaard at vinna silvur í lopi.
Hjá kvinnuunglingum gjørdist Marta Nielsen steypavinnari á bita og Bjørt Davidsen gjørdist nr. 2.
Hjá kvinnum gjørdist Anita S. Davidsen steypavinnari á bita og megnaði at vinna silvur í gólvi. 

Sí annars øll úrslitini við at trýsta á leinkini niðanfyri. Sí eisini myndir.