Árliga fimleikaframsýningin hjá felagnum stendur nú fyri framman. Komandi vikuskifti fara allir okkarar uml. 600 íðkarar at framføra síni kynstur í Bylgjuni. Framsýningin verður skipað í trimum; leygarmorgunin kl. 11.00 framføra børn undir skúlaaldur. Leygardagin og sunnudagin, báðar dagar kl. 15.00, eru hini liðini blandað.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at sýna fram; breiddarlið fyri børn undir skúlaaldur, breiddarlið í rútmu- og amboðsfimleiki frá 1.-10.fl., lið fyri vaksin í rútmu og amboðsfimleiki, harumframt kappingarlið í estetiskum og amboðsfimleiki.
Sum vanligt, verður eisini páskareggjatombola til framsýningina.
Skráin leygardagin kl. 11.00:
Foreldur og børn
Gentur 4 ár
Estetisk grundvenjing 5-6 ár
Dreingir 4 ár
Dreingir 5 ár
Gentur 5 ár
Gentur 6 ár
Dreingir 6 ár
Skráin leygardagin kl. 15.00:
1. fl. gentur
2. fl. dreingir
Pinkur, reiðskap kappingarlið
3. fl. dreingir
7. fl. gentur
dreingir, reiðskap kappingarlið
Pinkur Smæran, estetiskt kappingarlið
7.-8. fl. dreingir
Smágentur Flykran, estetiskt kappingarlið
8.-10. fl. gentur
9. fl. dreingir
Kvinnur rútma
Lívsmynd
Styrki og konditión
Dreingir 10. fl. - 17 ár
Gentur, unglingar og kvinnur, reiðskap kappingarlið
Gentur Vípan, estetiskt kappingarlið
Damur og dólgar
Skráin sunnudagin kl. 15.00:
1. fl. dreingir
2. fl. gentur
3. fl. gentur
Gentur Eydnan, estetiskt kappingarlið
4. fl. dreingir
4. fl. gentur
Estetisk grundvenjing, 1.-3. fl.
Gentur 5.-7. fl., reiðskap og grundvenjing
5. fl. dreingir
Pinkur Viólin, estetiskt kappingarlið
Gentur 8.-10. fl. reiðskap
5. fl. gentur
6. fl. dreingir
6. fl. gentur
Kvinnur, fyrrverandi estetiskir kappingarfimleikarar
Kvinnuunglingar Svalan, estetiskt kappingarlið
Liðini, sum sýna fram leygar- og sunnudagin kl. 15.00 hava royndarframsýning fríggjadagin í Bylgjuni. Tey liðini, ið framføra leygardag, hava royndarframsýning frá kl. 16-19, og tey liðini, ið framføra sunnudag, hava royndarframsýning kl. 19-22.