Betri

Tríggjar fjølbroyttar framsýningar
13. mars 2016
Bylgjan hevur í vikuskiftinum verið karmur um árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum.
Framsýningin, sum varð skipað í trimum pørtum, byrjaði leygarmorgunin við børnum undir skúlaaldur, og helt síðani fram bæði leygar- og sunnudagin, har liðini frá 1. flokki og upp eftir vóru meira blandað.
Til allar tríggjar framsýningarnar var høllin fullsett av foreldrum, ommum og abbum og øðrum, ið vóru komin at hyggja, meðan børn og vaksin framførdu.
Felagið hevði nógvan fjølbroyttan fimleik at sýna fram - tað sást, at fimleikararnir hava fingið nógv burturúr hendan fimleikaveturin.
Breiddarliðini hava nú steðg fram til heystið, tá eitt nýtt fimleikaár byrjar. Tó venja kappingarliðini nakað aftrat.

Nevndin í felagnum vil fegin takka øllum, sum á einhvønn hátt hava hjálpt til hetta vikuskiftið!

Myndir frá øllum trimum framsýningunum eru nú at síggja á facebook-síðuni hjá felagnum!