Betri

So byrja vit aftur í estetiskum fimleiki
15. august 2011
Komandi leygardag, 20. august, verður tilmelding í estetiskum fimleiki frá kl. 14.00-15.00 í Glyvra skúla.

Til ber at melda seg til í hesum aldursbólkum:

Pinkur, føddar í 2002, 2003 og 2004
Smágentur, føddar í 2000, 2001 og 2002
Gentur, føddar í 1998, 1999 og 2000
Kvinnuunglingar, føddar í 1996, 1997 og 1998
Kvinnur, føddar í 1996 ella áðrenn

Venjingartíðirnar verða útflýggjaðar til tilmeldingina.
Tá liðini hava vant í uml. tvær vikur, verður úttøka.

Sí eisini lýsing sum pdf skjal her 

Hini liðini hjá Støkk byrja at venja aftur mánadagin 5. septembur. Lýst verður nærri á heimasíðuni og í bløðunum!