Leygardagin kl. 13.00 er tað føroyameistarin í øllum amboðum tilsamans, ið skal finnast.
Sunnudagin kl. 13.30 eru tað seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboði frá leygardegnum, sum kappast um at gerast føroyameistarar í hvørjum amboði sær.
Kappast verður í øllum amboðum - 4 á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.
22 pinkur, har av 6 frá Støkk, og 9 piltar, har av 1 frá Støkk, fara at kappast hetta vikuskiftið.