Betri

Støkk vinnari hjá bæði pinkum og piltum
4. apríl 2016
Um vikuskiftið var B-kapping í amboðsfimleiki fyri pinkur og piltar í Bylgjuni.
Leygardagin var tað vinnarin í øllum amboðum tilsamans, ið skuldi finnast. Her megnaðu bæði Hjørdis Petursdóttir og John Joensen frá Støkk at vinna kappingina. Hjá pinkunum megnaði eisini Eyðleyg N. Joensen og vinna bronsuheiðursmerki.

Sunnudagin var tað seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboði frá leygardegnum, sum kappaðust um at vera best í hvørjum einstøkum amboði. Hendan dagin megnaðu Laila Hansen og Eyðleyg at vinna silvur á gólvinum, Hjørdis Petursdóttir vann silvur í lopi, Laila Hansen vann silvur á bita og í forskotnari barr megnaði Eyðleyg N. Joensen at vinna silvur og Hjørdis Petursdóttir bronsu.
Hjá piltum var einasti luttakari frá Støkk John Joensen, og hann megnaði at vinna kappingina í heili 4 amboðum, gólvi, paralellari barr, beinsveiggi og ringum.
Til lukku, øll somul!

Niðanfyri síggjast úrslitini frá báðum kappingardøgunum