FM fyri yngru bólkarnar í amboðsfimleiki hevur verið hetta vikuskiftið. Í gjár varð kappast um at gerast føroyameistari í hvørjum einstøkum amboði. Fleiri heiðursmerkir komu í hús.
Hjá pinkum megnaði Sara Høj at vinna kappingina á bitanum, somuleiðis vann hon silvur bæði í forskotnari barr og í lopi.
Hjá piltum megnaði Hanus Højgaard at vinna kappingina í lopi, Teitur Knudsen vann silvur. Í reck megnaði Bjarki í Jákupsstovu at vinna silvur og Hanus Højgaard vann bronsu, Í beinsveiggi megnaði Ragnar Steinhólm at vinna bronsuheiðursmerki.
Hjá smádreingjum komu eisini nøkur heiðursmerkir í hús; Marius Nón megnaði at vinna silvur í lopi og Fríði Langgaard vann bronsu, somuleiðis í lopi. Martin Òli Arge vann bronsuheiðursmerki í gólvi og Fríði Langgaard vann bronsuheiðursmerki í beinsveiggi.
Øll nágreiniligu úrslitini kunnu síggjast á leinkinum niðanfyri
