Betri

FM í amboðsfimleiki fyri tey eldru
1. mai 2016
FM í amboðsfimleiki fyri tey eldru hevur verið í Fimi hetta vikuskiftið.

Leygardagin var tað føroyameistarin í øllum amboðum tilsamans, ið skuldi finnast, og sunnudagin vóru tað 6 teir bestu íðkararnir í hvørjum amboði frá leygardegnum, sum skuldu kappast um at gerast vinnari í hvørjum einstøkum amboði.
Støkk hevði fýra luttakarar við til kappingina: Anita S. Davidsen, Marta Nielsen, Marý F. Petersen og Maria Høj. Aftur hesa ferð eydnaðist okkara fimleikarum at fáa fleiri heiðursmerkir í hús. Hjá kvinnum gjørdist Anita samanlagt nr. 2, hon gjørdist føroyameistari á bitanum og í forskotnari barr, nr. 2 á gólvinum og nr. 2 í lopi um hest. Hjá kvinnuunglingum gjørdist Marta nr. 3 á gólvinum. Og hjá gentunum gjørdist Marý nr. 3 samanlagt, hon gjørdist harumframt føroyameistari í lopi um hest.
Hjartaliga til lukku allar!

Øll nágreiniligu úrslitini síggjast við at trýsta á leinkini niðanfyri