Nú stendur Eystanstevnan fyri framman og ítróttarfeløgini í kommununi gera ymisk tiltøk í hesum sambandi.
Støkk bjóðar m.a. hetta:
Leygarkvøld
kl. 21.00-21.45 Kom og royn teg sum fimleikara 5. - 7. flokkur í Bylgjuni
Kl. 21.45-22.30 Kom og royn teg sum fimleikara 8.fl og eldri í Bylgjuni
Sunnudag
Kl. 14.30-15.15 Kom og royn teg sum fimleikara - undir skúlaaldur í Bylgjuni
Kl. 15.15-16.00 Kom og royn teg sum fimleikara 1. - 4. flokkur í Bylgjuni
Kl. 18 Tey estetisku liðini hjá Støkk vísa fram í Ítróttarhøllini í Bylgjuni