Betri

Tilmelding til úttøku í estetiskum fimleiki
12. august 2016
Estetiski fimleikurin fer nú endiliga at byrja aftur. Tilmelding til úttøku verður sunnudagin 21. august í Bylgjuni.
Møguleiki verður at tilmelda til pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Vant verður í uml. tvær vikur áðrenn úttøku.

Øll eru vælkomin at royna seg!