18 lið hava meldað til frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk.
Kappingin byrjar kl. 13.30 við pinkum og smágentum og heldur fram kl. 15.00, tá gentur, kvinnuunglingar og kvinnur kappast.
Tað er at frøast um, at Støkk hevur lið í øllum aldursbólkum hesaferð; 1 pinkulið, 2 smágentulið, 1 gentulið, 1 kvinnuunglingalið og 1 kvinnulið.