Betri

Gull til kvinnurnar
30. januar 2017
Vit hava vunnið nógv gull heiðursmerki í estetiskum fimleiki tey seinnu árini, men vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna Støkk sum vinnara hjá Kvinnum, og seinastu 5 árini hava vit ikki havt nakað kvinnulið. Tí eru vit sera errin av okkara "nýggja" kvinnuliði, sum megnaði at vinna gull í steypakappingini leygardagin.