Betri

Árliga fimleikaframsýningin
23. februar 2017
Árliga fimleikaframsýningin hjá Støkk verður 25.-26. mars 2017 í Bylgjuni.

Børn undir skúlaaldur framføra leygarmorgun kl. 11.00.
Børn í skúlaaldri og vaksin framføra leygar- og sunnudag, báðar dagar kl. 15.00. Liðini verða blandað, soleiðis at tey annaðhvørt framføra leygardag ella sunnudag.

Fríggjadagin 24. mars er royndarframsýning fyri liðini, sum framføra leygar- og sunnudagin.

Nærri kunning um hetta kemur seinni!