Betri

Betri umstøður til kappingarfimleikin
3. september 2011
Í Støkk fegnast vit um, at vit nú hava fingið betri hølisviðurskifti til kappingarfimleikin í felagnum.

Avtala er gjørd við Faroe Ship um bygningin á kaiini í Saltangará, har gamla Skipafelagið áður helt til, og tískil fáa øll kappingarliðini í estetiskum og amboðsfimleiki betri umstøður at venja í.

Felagið hevur harumframt gjørt av at keypa nýtt estetiskt teppi, sum kemur at liggja í nýggju venjingarhølunum.