Betri

Smágentur Viólin stóðu seg væl í Easter Cup
16. apríl 2017
Um páskirnar hava smágentur Viólin hjá Støkk luttikið í altjóða kappingini Easter Cup, sum varð hildin í Greve, Danmark.
Smágenturnar stóðu seg væl í kappingini, har tær endaðu á einum samlaðum 5. plássi av 12 liðum.

Hetta hevur avgjørt verið ein stór fimleikauppliving fyri smágenturnar, venjarar og foreldur, sum eisini vóru við á túrinum.

6 onnur føroysk lið - 3 frá Ljósinum og 3 frá HF - hava eisini luttikið í Easter Cup, og øll tey føroysku liðini stóðu seg væl og endaðu í finaluni. Bestu úrslitini fingu Gentur Nora og Kvinnuunglingar Eina, sum megnaðu at vinna bronsu.
Haraftrat vóru Føroyar væl umboðaðar við dómarunum, Beintu Danielsen og Elnu Johann

esen.







.


💪