Betri

Nógv heiðursmerkir í FM í amboðsfimleiki
10. mai 2017
FM í amboðsfimleiki hevur verið í vikuskiftinum, og Støkk hevur vunnið ein heilan hóp av heiðursmerkjum.-D Á gentusíðuni vunnu vit 7 gull, 7 silvur og 11 bronsu heiðursmerki. Á dreingjasíðuni vunnu vit 1 gull, 6 silvur og 6 bronsu heiðursmerki. 
Í All-round kappingini gjørdist Alda Petersen FM-vinnari hjá pinkum og í einstaklingakappingini gjørdust hesi FM-vinnarar: Helga Mikkelsen (lop), Alda Petersen (gólv og f.barr), Rósa N. Jacobsen (biti), Mary F. Petersen (biti og lop) og Fríði Langgaard (lop). Hjartaliga tillukku øll somul!

Sí øll úrslit við at velja leinkini niðanfyri

Nakrar myndir eru eisini longur niðri á síðuni