Betri

Kvinnuunglingar Vípan føroyameistarar í estetiskum fimleiki
19. mai 2017
FM í estetiskum fimleiki var seinasta vikuskifti í høllini á Hálsi í Havn.

Støkk hevði øll 6 liðini við til kappingina; Pinkur Flora, Smágentur Smæran, Smágentur Viólin, Gentur Flykran, Kvinnuunglingar Vípan og Kvinnur Svalan.

Støkk megnaði, sum einasta felag, at koma víðari til FM-finaluna í øllum aldursbólkum. Endaliga úrslitið gjørdist, at Kvinnunglingar Vípan vunnu gull, Kvinnur Svalan vunnu silvur og Gentur Flykran, Smágentur Viólin og Pinkur Flora vunnu bronsu. Hjartaliga til lukku, allar samlar!