Betri

Jóhan Kjeld farin
3. november 2017
Hósdagin 2. november andaðist Jóhan Kjeld, 75 ára gamal.
Jóhan Kjeld var ein av stovnarunum av Støkk, og til seinastu fimleikaframsýning bleiv Jóhan kosin til heiðurslim hjá felagnum.

Jóhan Kjeld var ættaður úr Havn og gjørdi sum ungur fimleik við Havnar Fimleikafelag. Tá hann nýgiftur og nýútbúgvin lærari kom á Skálafjørðin at búgva, ynskti hann framhaldandi at gera fimleik, og tískil tóku hann og konan Svava, saman við hjúnunum Jóhannu og Kai Aaga Troest, avgerð um at seta Fimleikafelagið Støkk á stovn í 1966.

Búmerkið hjá felagnum hevur Jóhan Kjeld teknað - tað ímyndar ringarnar í amboðsfimleiki hjá monnum.

Fimleikafelagið Støkk lýsir frið yvir minnið um Jóhan Kjeld og hevur djúpastu samkenslu við tykkum, sum eftir sita.

Myndin omanfyri er frá seinastu fimleikaframsýning, tá Jóhan Kjeld bleiv kosin til heiðurslim.