Betri

1. steypakapping í amboðsfimleiki
3. februar 2018
Hetta vikuskiftið verður 1. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.
Kappingin er skipað í trimum pørtum:
kl. 9.00 kappast gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn
kl. 12.30 kappast smádreingir og dreingir
kl. 16.00 kappast piltar

Støkk hevur íðkarar við í øllum aldursbólkum - tilsamans 29 fimleikarar. Støkk hevur ikki havt luttøku hjá monnum seinastu árini, men hesaferð luttekur Rúni Skarðhamar.
Tað verður spennandi at fylgja við í gongdini. Góða eydnu, øll somul!