Betri

Vípan millum heimsins bestu
10. juni 2018
HM í estetiskum fimleiki er í Budapest í Ungarn í hesum døgum, og kvinnuunglingaliðið Vípan hjá Støkk er við í kappingini.

Vípan megnaði í gjár, sum einasta føroyska liði, at koma víðari í finaluna við stigatalinum 14,9, og til finaluna í dag fingu tær 15,55 stig, sum er hægsta stigatal eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið nakrantíð til HM.

 

Við samanlagda stigatalinum 30,45 endaðu tær á einum samlaðum 10. plássi. 30 lið úr øllum heiminum luttóku í kvinnuunglingakappingini og í kvinnukappingini luttóku 34 lið. Vinnarar av bæði kvinnu- og kvinnuunglingakappingini gjørdist Russland í harðari kapping við Finnland.

 

Fimm lið úr Føroyum luttóku í kappingini, tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið. Í kvinnuunglingakappingini endaði  Vípan úr Støkk á 10. plássi, Eina úr HF á 19. plássi og Nora úr HF á 20. plássi. Í kvinnukappingini endaði Hydra úr Ljósinum á einum 22. plássi og Hulda úr HF á 27. plássi.


Genturnar á liðnum hjá Støkk eru: Sandra Hansen, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Beinta Gaardbo, Rósa Hansen, Elsa Maria Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen og Rósa Hanusardóttir á Lógv.
Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss. Samskipari er Jónvá Thomsen.