Frá 01. juli – 07.juli 2018 hava kappingarliðini hjá dreingjunum
hjá Støkk verið á venjingarlegu í Nakskov.
Fyrrverandi høvuðsstaðurin í Danmark innan amboðsfimleik,
Nakskov, tók væl ímóti ferðaliðnum. Dreingirnir vandu í sera væl útgjørdu
fimleikahøllini, sum var tann fyrsta av sínum slagi í Danmark
Túrurin var væl fyriskipaður, og dreingirnir hava hesa knøppu vikuna vant
flestu dagarnar í 4 tímar.
Hóast dugliga var vant, var eisini pláss fyri nøkrum útferðum í
góðveðrinum. Alt ferðaliðið, sum taldi 28 ferðandi, var bæði í Lalandia og í
Klutenborg Safaripark, sum eru nærhendis Nakskov.
Vanliga venja kappingarliðini í amboðsfimleiki hjá Støkk, uml. 10 tímar um vikuna
árið runt, men hava tó summarferiu í ein mánað, umframt stuttan jólastøðg.
So hóast summarferian stendur fyri durum hjá kappingarfimleikarunum, sum hava
verið á ferð, hevði túrurin stóran týdning fyri sosialu samveruna og venjingina
sum heild.
Høvðusvenjarin hjá kappingarfimleikarunum á amboðssíðuni hjá
Støkk er Pól Esper Hansen úr Skálafirði. Pól Esper hevur síðani piltur gjørt
nógvan fimleik, við fleiri FM-heitum í sjáttuni. Hann hevur fleiri ára royndir
sum venjari hjá kappingarliðum og hevur eisini roynt seg sum venjari á
landsliðnum. Harumframt er Pól Esper ein av fáu føroyingum, sum er altjóða
dómari innan amboðsfimleik.

