Betri

Venjingartíðirnar 2018/19
4. september 2018
Í samband við at fimleikurin byrjar aftur mánadagin 10. september, skipar Støkk fyri einum tilmeldingardegi í Bylgjuni leygardagin 8. september kl. 14:00-16:00, har møguleiki verður at fáa hjálp til tilmelding og gjalding.
Somuleiðis verður møguligt at royna Støkkbúnan og bíleggja hann fyri ein góðan tilboðsprís.
Venjarar vera til staðar, so børnini kunnu royna seg í amboðunum, meðan foreldur geva sær stundir til ein góðan kaffimunn.

Tilmelding og gjalding fer fram á heimasíðuni www.stokk.klubmodul.fo ella við at velja "Tilmelding 2018/19" á heimasíðuni.

Venjingartíðirnar síggjast á myndini niðanfyri