Betri

Pól Esper dømt altjóða kapping
8. oktober 2018
Farna vikuskifti var HM í amboðsfimleiki í París í Frankaríki - FIG World Cup Challenge.
Í kappingini luttóku 31 lond, har av 60 á kvinnusíðuni og 110 á mannfólkasíðuni. Harumframt vóru tilsamans 215 dómarar og samskiparar, har ímillum okkara egni Pól Esper H. Hansen, sum dømdi gólv og lop.
Hetta er aðru ferð, at Pól Esper dømir eina altjóða kapping. Fyrstu ferð, hann dømdi, var til World Cup Challenge 2017 í Ungarn. Pól Esper fekk prógv sum altjóða dómari í apríl 2017, og er hann ein av trimum føroyingum, sum eru altjóða dómarar í dag.